Skip to content

Topskjúttar Burn-Deildin

Nú 3-4 dystir eru eftir í grundspælinum í landskappingini og finalurnar steypakappingini standa fyri framman, er støðan at hesir 5 leikararnir eru teir mest skorandi leikarirnir í Burn-Deildini:

Topskjútti er Sjúrður Olsen úr VÍF, ið hevur skorað 115 mál hetta kappingarárið, harav 51 mál uppá brotskøst. Sjúrður hevur eitt sera høgt skorings%, nevniliga 81%. Í opnum spæli er skorings% hansara 77%. Leikarin við flest leikmálum er Thobias Thisen úr Kyndli við 104.

Allir dystir og øll hagtøl síggjast her