Skip to content

Hagtøl Montenegro-Føroyar 32-27

Føroyska kvinnulandsliðið hevur spælt sín fyrsta dyst í HM-endaspælinum, har úrslitið gjørdist 32-27 til Montenegro. Hóast úrslitið var eitt tap, var meira at koma eftir hjá føroyska hópinum.

Hálvleiksstøðan var 15-13 til Montenegro, men fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin gjørdist avgerandi, tá mótstøðuliðið økti um munin til fimm mál. Føroyar arbeiddu seg tó aftur inn í dystin, serliga tá Montenegro spældi við sjey ímóti seks.

Montenegro-málverjin, Armelle Attingre, stóð ein framúr dyst og var ein lykilorsøk til úrslitið.

HM Í TRIER

Montenegro-Føroyar 32-27
AVA PHOTOGRAPHY