Skip to content

5 bestu verjuleikarnir eftir 4 dystir

Hetta kappingarárið skráseta vit eisini tvey verjuhagtøl: Steals og Blocks.

Ein verjuleikari fær eitt Steal “STL”, tá ið hann fangar bóltin frá einum mótstøðuleikara, tá ið mótstøðuleikarin dribblar, heldur ella avleverar boltin.

Ein verjuleikari fær eitt Block “BLK”, tá ið hann steðgar einum skoti á mál, ella um leikarin rakar bóltin og skotið verður so mikið ávirkað, at er týðiligt lættari hjá málmanninum at bjarga skotinum.

Vit eru sjálvandi varugir við, at har eru nógv onnur ting, í verjuspælinum, sum hava týdning. Men hetta eru tey, vit hava møguleika at skráseta í ár.

Øll hagtølini úr Burn deildini eru sjálvandi tøk her: https://handballstatz.com/burn-deildin-2023-2024/